Kalendararnir hjá Christensen á framsýning

Hesa vikuna hevur Vágs Sóknar Bygdasavn framsýning av av kalendarunum hjá Christensen í Miðlatúni, har mangt og hvat um gerandislívið í Vági og í familjuni hjá Christensen er skrivað.

Í kalendaran í 1967 hevur Christensen m.a. skrivað um jarðskjálvtan sum var í Vági í 1967. Christensen skrivar 5. mai 1967: ”Jord-rystelse: Utvarp siger kun 600 folk, 1/3 her tilbage. 1200 folk flygtet og kun 1/3 i skole – men ingen rystelse i dag.”

Vermund Mosbjerg Christensen

Kristensen handilsmaður

Fyrsti útbúni elektrikarin í Vági – eftir at norðmenninir vóru farnir – var Vermund Mosbjerg Christensen. Christensen, sum hann vanliga varð nevndur, var dani, føddur í Sindal í Jútlandi 2. nov. 1896, har pápin var fotografur.

Christensen fór tíðliga at arbeiða við elektrisiteti. Í einum av sínum mongu skrivum til elektrisitetverkið (kommununa) sigur hann einastaðni, at hann longu frá 1912 hevði arbeitt við elektrisiteti. Hann tók ta kommunalu installatørroyndina í Aarhus í 1922, og frá hesum ári hevði hann handil (-virksemi) við elektriskum lutum fyri egnu rokning í Sindal.

Tá ið elektrisitetverkið í Botni í 1924 søkti eftir elektrikara, fekk hann starvið sum elektrikari í Vági frá 1. september í hesum árinum.

Við tað at tað ikki varð hildið nóg nógv arbeiði fyri meira enn einum elektrikara í Vági, treytaði Christensen sær einarætt sum kommunalur elektrikari í Vági, og hann fekk hetta loyvi fyri 5 ár. Seinni varð loyvið longt.

Í teimum stóru kommunuhúsunum í Lágabø, sum tá vóru nýggj, hevði hann verkstað og goymslurúm í kjallarahæddini. Nøkur ár seinni bygdi hann stór betonghús niðan fyri Toftadunga, har hevði hann eisini handil við øllum vanligum elektriskum tilfari, so sum perum, ovnum, kókiplátum, strúkijørnum v.m. Tá Christensen søkti eftir ørindadreingi, kom Jógvan Mikkelsen í Vági í starv hjá honum. Christensen rópti hann Joen. Jógvan var ofta hjálparmaður hjá Johan við Hvanndalsá.

Christensen kom til Vágs á vári 1924 – Lystbæk kom í august sama ár – t.v.s. at Hamnæs, fyrsti verkstjórin hjá elektricitets-verkinum, var ikki var farin úr Vági, tá ið Christensen kom til Vágs.

Christensen og “Vaag kommunale Elektricitetsværk”, sum tað tá æt, skrivaðu 6. sept. 1924 undir sáttmála, sum m.a. segði, at Christensen hevði sum innstallatørur einarætt uppá alt arbeiði á verkinum í Botni eins og há- og lágspenningslinjuna, transformatorar og málarauppseting – málarar vóru júst komnir í brúk hetta árið. – Tó hevði verkið í Botni rætt til at brúka maskinmannskapið í Botni til at umvæla transformatorarnar og háspenningslinjuna. Christensen hevði onga ábyrgd av tí tilfari, sum nýtast skuldi, tað skuldi verkið sjálvt syrgja fyri, men installatørurin hevði ábyrgdina av tí gjørda arbeiðinum.

Christensen gavst at arbeiða sum elektrikari við krígslok. Tey seinnu árini hevði hann ein lítlan handil.

Hetta brotið um Christensen skrivaði Poul Andreasen í bókini um Elektricitetsverkið í Botni (1996).

Christensen fór at handla við elektriskum lutum stutt eftir at hann var komin til Vágs (1924), og henda handil hevði hann í kjallaranum í teimum stóru sethúsunum undir Toftadunga so leingi sum hann var elektrikari. Undir krígnum bygdi hann handilshúsini niðri við vegin, og har fór hann at handla við ymsum vørum.

Christensen var giftur við Hannu, dóttir Helenu og Magnus Dahl á Gørðunum. Tey áttu sonin Anders.

Kalendararnir hjá Christensen

Christensen førdi kalendara yvir ymiskt sum fyrifórst í Vági, skrivaði niður hendingar í Vági og um hvat tey í familjuni gjørdu um dagarnar. Kalendararnir í framsýningini eru frá 1948, 1949, 1950 og frá fleiri árum í 1960árunum.

Millum annað skrivar hann um ótangar, sum steina oman á takið og at gerningsmenninar vórðu funnir nakrir dagar seinni. Eisini skrivar hann, um at tað var kavi og kalt 26. mai 1961. Um at Petur á Gørðunum kom á Vág við 160 tons av saltfiski 29. august 1961.

Christensen skrivar eisini um jarðskjálvtan sum var í Vági í 1967, har hann m.a. skrivar 5. mai 1967: ”Jord-rystelse: Utvarp siger kun 600 folk, 1/3 her tilbage. 1200 folk flygtet og kun 1/3 i skole – men ingen rystelse i dag”

Mangt annað áhugavert og skemtiligt er í kalendarunum hjá Christensen, sum eru á framsýning í Miðlatúni hesa vikuna.

Tað er Vágs Sóknar Bygdasavn sum skipar fyri framsýningini.

Kalendararnir hjá Christensen vórðu bjargaðir út úr sethúsunum hjá Christensen, “húsunum hjá Anders”, áðrenn tey vórðu rivin niður. Kalendararnir lógu og sløddist á vegnum og bjargaðu Hans Michael og Jeanna í Lágabø teir og hava síðani latið kalendararnar til Savnið.