Síðan Vágs Sóknar Bygdasavn varð sett á stovn hevur verið arbeitt miðvíst við at savna inn lutir til savnið -og er eisini eitt megnararbeiði gjørt á hesum økinum.

Savnið fær javnan lutir frá fólk nær og fjar. Eisini tú kann lata lutir til Vágs Sóknar Bygdasavn, soleiðis at teir verða varðveittir.

Vit hava áhugað í øllum lutum, bæði til húsarhaldið, haga, bø, arbeiði, útróður, fiskiskap og so framvegis.

Ivast tú í, um lutir, sum tú hevur eru egnaðir, so sett teg í samband við okkum, og vit koma framvið.