Framsýningin í Gamla Skúla

 

 

Marianna og Poul Niclasen

Myndir frá framsýningini

Myndir frá framsýningini

 

Stór gáva og nýtt savn latið upp á sumri 2010
Í 2010 lat upp nýtt savn undir Vágs Sóknar Bygdasavni, savnið Vágur og Seinni Heimsbardagi, sum heldur til í Gamla skúla. Á savninum er framsýning av modellum av skipunum úr Vági, sum fórust undir Seinna Heimsbardaga. Eisini eru lutir, skjøl, myndir og frásagnir, sum hava samband við skipini.

 

Úr Vági gingu 9 skip burtur undir Seinna Heimsbardaga. Polu Niclassen, Malle-Poul, hevur gjørt modell av skipunum og hava Poul og konan Marianna latið modellirnar sum gávu til Vágs Sóknar Bygdasavn. Í samband við at savnið lat upp í jóansøku-vikuni, var eisini minningarguðstænasta í Vágs kirkju við luttøku av Jógvan Fríðrikson, bispi.

 

Savnið í Gamla Skúla er opið eftir avtalu alt árið.

 

 

 

© Vágs Sóknar Bygdasavn